Nýggjur fíggjarstjóri á Strandferðsluni

Strandfaraskip Landsins hava sett nýggjan fíggjarstjóra.

Eftir at tað herfyri varð lýst eftir fíggjarleiðara til Strandferðsluna, og ein setanartilgongd hevur verið í gongd, hevur Strandferðslan gjørt av at seta Niels Juel Arge í starvið.

 

Á heimasíðu síni skriva Strandfararskip Landsins, at Niels Juel Arge hevur drúgvar og fjølbroyttar leiðslu– og starvsroyndir innan privata og almenna geiran. Hann er útbúgvin cand.merc.aud og hevur ískoytisútbúgving í journalistikki.

 

Síðani august mánað í fjør hevur Niels Juel verið fyribils fíggjarleiðari á Stranferðsluni. Í 2006-07 virkaði hann sum fíggjarleiðari og síðani fyribils stjóri.