Nýggjur barnagarður skal byggjast á Sandi

- Vit eru farin í holt við at finna møguligar veitarar til bygging av einum barnagarði, eins og sjøtul er settur á at kanna kostnað og fíggingarmøguleikar.

 

Tað er norðan fyri hesi húsini, at Sands kommuna ætlar at byggja nýggja barnagarðin.

Sands kommuna samtykti á almennum bygdaráðsfundi í vikuni at byggja ein spildurnýggjan barnagarð á Sandi. Samtyktin er gjørd eftir tilmæli frá teknisku nevnd og barnagarðsnevndini. Í barnagarðsnevndini eru umboðini í teknisku nevnd, dagrøktarleiðari, varaleiðari og umboð fyri foreldrini, og sum skilst var tað eitt einmælt bygdarráð, sum tók undir við ætlanini.

Men, henda ætlaða verkætlan, sum er spildurnýggj, er enn í stoypiskeiðini, og tað er ein veruleiki, at tað er fasta sambandið undir Skopunarfirði, sum nærkast, ið nú trýstir undir. Í Sands kommunu hava tey seinnu tíðina eisini merkt ein stóran og veksandi áhuga fyri at seta búgv í kommununi.

 

Eftirspurningurin eftir grundøkjum er stórur, og í løtuni standa eisini nøkur sethús í gerð á Sandi, og onnur eru á veg.

 

Á Sandi er barnagarður, sum er bygdur oman úr einum eldri sethúsum, og her eru ikki bestu umstøður. Stovnurin liggur mitt í bygdini, men her nógv ferðsla fram við vegnum, og parkeringsmøguleikarnir eru ógvuliga avmarkaðir, eins og barnagarðurin er vorðin ov lítil.

 

Sands kommuna hevur nýliga gjørt eina útstykking til sethúsabygging á Vatnsryggi. Her eru 13 grundstykki, sum eru planerað og klár at byggja á. Eini hús eru bygd, og eini onnur eru stoypt upp í hesi útstykking. Kommunan arbeiðir nú við einari nýggjari útstykking beint norðari - ella í framhaldi av verandi útstykking.

 

Hetta er Uppi á Ryggi, tey rópa, og hetta er beint oman fyri gamla skúla á Sandi, sum er frítíðarskúli. Kommunan eigur lendið, og økið er eisini teknað upp, men arbeiðið at byggja vegir og gera økið byggibúgvið er ikki projekterað og boðið út. Men, hetta arbeiði er ógvuliga nær.

 

Her ætlar Sands kommuna, at pláss skal verða fyri stívliga 30 nýggjum grundstykkjum.

 

Tað, sum í løtuni liggur í kortunum hjá Sands kommunu, er, at nýggi barnagarðurin skal byggjast á ella uppat nýggju útstykkingini, og soleiðis metir tekniska nevnd, at fyrimunirnir kunnu gerast fleiri. Við tað, at hetta er eitt økið, sum kommunan longu eigur, og kommunan kortini skal gera vegir til, er bæði tíð og peningur at spara.

 

- Vit rokna við, at eini 10 grundstykki fara burtur av til nýggja barnagarðin, og óhugsandi er ikki, at tað verður bíligari at gera økið til sjálvan barnagarðin byggibúgvið enn at gera sama lendið byggibúgvið til 10 grundstykki, sigur Kristian Oskar Henriksen, formaður í teknisku nevnd í Sands kommunu. 

 

Hann vísir á, at hóast barnagarðurin verður bygdur í nýggju útstykkingini, verður framvegis pláss fyri umleið 20-24 nýggjum grundstykkjum í Uppi á Ryggi.

- Um barnagarðurin verður bygdur her - antin inni á økinum ella uppat nýggju útstykkingini, verður neyðugt at broyta byggisamtyktina fyri tann partin av økinum, har nýggi barnagarðurin kemur at liggja, leggur hann aftrat. 

 

Tað er ein tíð síðan, at umboðini fyri teknisku nevnd og barnagarðsnevndina í Sands kommunu vóru og hugdu eftir barnagørðum í Tórshavnar kommunu, og her vitjaðu tey eitt nú í barnagarðinum í Kollafirði og í onkrum av barnagørðunum í Havn. Ærlanin hjá Sands kommunu, snýr seg um ein barnagarð, sum kann rúma umleið 90 vøggustovu-og barnagarðsbørnum. 

 

- Sum er, er trongt í gamla barnagarðinum og flyta tvær familjur við børnum aftrat í kommununa, nú Sandoyartunnilin er so nær, hevði tað staðið á at rúmað øllum børnunum, sigur Kristian Oskar Henriksen.  Sum er, brúkar kommunan gamla skúla í bygdini til frítíðarskúla, men um tað vísir seg, at avlopspláss verður í nýggja barnagarðinum, tá hesin verður tikin í brúk, kann frítíðarskúlin møguliga eisini húsast her tey fyrstu árini, heldur formaðurin í teknisku nevnd.

 

Í samtyktini, sum Sands bygdaráð gjørdi í vikuni, verður sagt, at umsitingin hjá kommununi, sum í fyrsta lagi eru skrivari og borgarstjóri, nú skulu kanna prísir, tíðarætlan og fíggingarmøguleikar til nýggjan barnagarð, og síðan verður vent aftur til málið.

Enn er ógjørligt at siga, hvør tíðarætlanin endaliga verður, og hvør kostnaðurin verður av einari slíkari verkætlan, men í kommununi eru fólk, sum hava eitt brennandi ynski um, at spakin verður settur í til hesa verkætlan í verandi valskeiði.

 

Sambært borgarstjóranum í Sands kommunu er umsitingin í kommununi longu farin í holt við at finna møguligar veitarar til bygging av einum barnagarði, eins og skjøtil er settur á at kanna kostnað og fíggingarmøguleikar í hesum sambandi. - Vit vilja, at sjøtil skal setast á arbeiðið at byggja nýggja barnagarðin í hesum valskeiði, leggur Heri Sverrasson aftrat.

 

##med2##

 

Tað er norðan fyri hesi húsini, at Sands kommuna ætlar at byggja nýggja barnagarðin.

Hetta er verandi barnagarður á Sandi, sum er bygdur upp í eini eldri sethús.