Nýggjur B36 liðformaður

Olaf Bárðarson er millum teir fyrstu ellivu hjá Víkingi, eftir at hann leingi hevur verið skaddur

Tað er nummar fýra, sum eigur heimavøll ímóti nummar tvey á ovara vølli í Gundadali.

 

Hjá B36 er Andrias H. Eriksen á beinkinum, og Eli Falkvard Nielsen er ikki á listanum. Hesir báðir hava røkt álitisuppgávuna, sum er at vera liðformaður. Í dag er Benjamin Heinsen nýggjur liðformaður. Hann hevur higartil í ár verið ódrúgvari enn undanfarnu árini, tí hann hevur verið skaðadarvaður.

 

Hjá Víkingi er Jákup Johansen ikki á listanum. Olaf Bárðarson, sum leingi hevur verið illa skaðadarvaður, er í dag millum teir fyrstu ellivu.

 

 

 

B36 – Víkingur kl. 15.00

 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

B36: Mattias Lamhauge – Símun Sólheim, Lukas S. Enevoldsen, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson – Magnus Holm Jacobsen, Andrass Johansen – Benjamin Heinesen, Michal Przybylski, Hannes Agnarsson – Rasmus Nissen

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Arnbjørn Svensson, Noah Mneney, Géza Dávid Túri, Olaf Bárðarson – Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen