Nýggjárshald í Vági á CNN

Stóra sjónvarpsstøðin CNN hevur sýnt nýggjárshaldinum í Vági áhuga

Ein afturvendandi nýggjárstáttur í CNN er ein røð av sendingum, sum tey nevna »CNN Celebrates«, har fokus verður sett á spennandi nýggjárshald kring heimin. Og tey hava sýnt Tað skrivar suðurrás í dag.

Orsøkin er, at fólk frá CNN hava sæð eina mynd, sum Reidar F. Joensen tók av nýggjársbálinum í Vági í fjør. CNN hevur nú sett seg í samband við Reidar og spurt hann um loyvi at brúka myndina og eitt sindur um nýggjárshaldið handan myndina.

Reidar F. Joensen hevur nú sent journalisti á CNN myndir, videoklipp og tekst um Nýggjárshaldið í Vági og um Føroyar, sum heild.

Sambært Suðurrás bíða tey í Vági nú eftir at frætta nær innslagið um nýggjársmyndina verður at síggja á cnn.com. Eisini eru tey spent at frætta, um Vágur endar í eini sjónvarpssending hjá CNN, tí tær mest forkunnugu søgurnar verða eisini varpaðar á sjónvarprásini hjá CNN.