Nýggjársguðstænastan úr Christianskirkjuni

Útvarpið bjóðaði til guðstænastu í Christianskirkjuni í gjár kl 17. Hetta var í sambandi við, at sjónvarpið vildi taka upp nýggjársguðstænastuna úr Christianskirkjuni, sum verður sent á nýggjárinum.

 

Har var nógv ymiskt á skrá, so sum Kirkjukórið hjá Christianskirkjuni, Tórshavnar mannskór, Eyðun Nolsøe og strúkarar, Klaksvíkar Hornorkestur, og sjálvandi felagssangur við Jóhannu Johannessen við urguna.

 

Christianskirkjan er serstakliga rúmlig og prýðilig, og er ljóðgóðskan hagani eisini tiltikin, so sjálvandi skal ein slík guðstænasta við kóri og orkestrum verða upptikin her.

 

Spennandi verður at síggja hesa sending, nú kirkjan eisini var serliga ljóssett til endamálið. Sjey fólk hjá Kringvarpinum og hópin av útbúnaði vóru við til at taka hesa guðstænastuna upp, sum verður send á miðnátt nýggjársaftan.