Vágur ber orð fyri at vera eitt fet frammanfyri tey flestu, tá tað snýr seg um nýggjárshald.
Síðani miðskeiðis í sekstiárunum hevur skipað nýggjárshald verið, har nýggjársnevnd hevur skipað fyri. Og gitið út um landoddarnar er kyndlagongan, bálið og fýrverkið á miðnátt, ið er bæði rúgvismikið og flott.
Vágbingar er byrjaðir at fyrieika, og í dag sást, at bæði fólk og bilar komu og fóru við Stóra Pakkhús, har nýggjársnevndin, og øll tey, ið hjálpa til, halda til í døgunum undan nýggjárinum. Meira verður at frætta um hvat er á skránni í Vági, so hvørt vit nærkast ársenda.
Greitt er, at stórdansur verður í høllini á Eiðinum, har fleiri kend nøvn fara á pallin.