Býráðið í Eysturkommunu hevur lagt dent á at gera sniðgøtur í kommununi, tí mett verður, at hetta hevur stóran týdning fyri trivnaðin.
Gøturnar gera eisini, at gangast kann gjøgnum náttúruvøkur økir, sum annars ikki hava verið atkomilig.
- Tí samtykti býráðið í Eysturkommunu á fundi hin 31. mars í fjør at gera sniðgøtu í Leirvík og Syðrugøtu.
Í Eysturkommunu siga tey, at arbeiðið at gera sniðgøtu millum vegin, nevndur Gerðismørk og brúnna við Garð í Leirvík byrjaði á vári 2023.
- Tað var fyritøkan Sp/F Hugo, sum í stóð fyri arbeiðnum, og endaliga arbeiðið varð liðugt í summar.
Sagt verður, at henda sniðgøta er partur av býarætlanini fyri sniðgøtur í Leirvík, og nú er gangandi frá Leirvíkar skúla og heilt niðan í Nýggjagerðið.
- Arbeitt verður við, at gøtan skal halda fram heilt niðan og gjøgnum Limmelund til Brekkuvegin. Gøtan er við til, at binda vegirnar og økið sum heild tættari saman.
Í Eysturkommunu siga tey seg vóna, at tað fer at økja um trivnaðin, at slíkar sniðgøtur verða gjørdar.
Um sniðgøtuna í Leirvík verður sagt, at hon er 108 metrar long, og ljós eru sett upp við gøtuna.
Lagt verður aftrat, at arbeiðið at gera sniðgøtu við nýggju útstykkingina í Syðrugøtu fór í gongd nakað seinni enn ætlað, men hetta arbeiði varð endaliga avhendað í summar.
- Tað var fyritøkan JHR, sum stóð fyri hesum arbeiði.
Um sniðgøtuna í Syðrugøtu verður sagt, at hon er 360 metrar long, og eisini her eru ljós sett upp við gøtuna.