Nýggjar leivdir av líki funnar í Ilulissat

Grønlands Politi hevur funnið nýggjar leivdir av líki í ruskbrenningini í Ilulissat, men enn er eingin undir illgruna.

 

 

 

Grønlands Politi váttar yvirfyri Sermitsiaq í dag, at enn ein partur av einum líki er funnin í økinum, har ruskbrenningin í Ilulissat er.

 

Men, við atliti til kanningararbeiðið vil løgreglan ikki upplýsa, hvør partur av mannakroppinum talan er um.

 

Løgreglan hevur áður sagt, at talan er um leivdir av einum vaksnum fólki - og ikki av barni, men tey hava einki sagt um, hvørt talan er um mann ella kvinnu. 

 

Tað var annars leygardagin, at eitt starvsfólk í ruskbrenningini fann leivdir av einum deyðum menniskja, tá viðkomandi skuldi stoyta rusk í ovnin.

 

Sambært Sermitsiaq, sum fylgir málinum, koma rættarlæknar og teknisk starvsfólk frá donsku ríkisløgregluni ætlandi til Ilulissat í morgin. 

 

- Enn er eingin handtikin, og higartil er heldur eingin undir illgruna, upplýsti kunningardeildin hjá Grønlands Politi yvirfyri Sermitsiaq í dag.

 

Løgreglan hevur biðið íbúgvarnar í Ilulissat um hjálp. Løgreglan ynskir at hoyra frá fólki, sum kunnu hava sæð eitt hvørt illgrunasamt við almennu ruskbingjurnar í býnum.

 

- Vit eru serliga áhugað í at hoyra frá fólki, sum kunnu hava eygleitt eitt hvørt við ruskbingjurnar, sum vanliga ikki sæst í býarmyndini - ella hava sæð fólk, sum vanliga ikki ferðast í økinum, sigur løgreglan.

 

Lagt verður aftrat, at áhugi er at hoyra frá borgarum, sum kunnu hava sæð fólk við bingjurnar løgnar tíðir av døgninum - ella hava sæð illgrunaverdar bilar í økinum. 

 

Framvegis hevur Grønlands Politi ikki frætt um, at nakar er saknaður í økinum við Ilulissat.