Nýggjar karmar til frítíðarskúlan

Føroya Ríðingarfelag og Tórshavnar Kommuna hava í dag skrivað undir nýggjan fýra ára sáttmála um nýggjar og betri karmar fyri frítíðarskúlan, ið er á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag úti í Havnardali.

Føroya Ríðingarfelag og Tórshavnar Kommuna hava í dag skrivað undir nýggjan fýra ára sáttmála um nýggjar og betri karmar fyri frítíðarskúlan, ið er á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag úti í Havnardali.

 

Hesin sáttmáli ber í sær, at frítíðarskúlin komandi fýra árini fær loyvi at seta upp fyribils høli, sum geva teimum munandi betri karmar enn í dag. Hetta er galdandi fyri bæði starvsfólk og børnini.

 

Frítíðarskúlin hevur higartil brúkt felagshúsini hjá Føroya Ríðingarfelag, men sum partur av nýggju avtaluni fær felagið nú aftur fullan ræðisrætt á húsinum um kvøldarnar og um vikuskiftið.

 

Umboðini fyri kommuna og Føroya Ríðingarfelag siga seg gleðast um nýggju avtaluna, ið vónandi gevur báðum partunum stórar fyrimunir í mun til verandi avtalu.