Nýggjan formann og fokus á fosturtøkumálið

Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann. Fokus verður nú sett á forsturtøkumálið

Tíðindaskriv

 

Ung fyri Miðflokkin hevur havt aðalfund og hevur skipað nýggja nevnd. Nevndin er mannað soleiðis:

 

  • Martin Nysted Gardar: Formaður
  • Markus Mortensen: Næstformaður
  • Petur Takamasa Asano: Skrivari
  • Aksel Kambsskarð Berg: Kassameistari
  • Steffan Klein Poulsen: Nevndarlimur

 

Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið. Harumframt verður lagt fokus á at halda áfram við arbeiðinum í at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum. Ungmannafelagið hevur ein aktivan leiklut í at menna Miðflokkin, og nýggja nevndin ynskir at verða við at leggja kós og visión fyri Miðflokkin, har málið er at flokkurin skal verða millum teir størstu í framtíðini.

 

Ung fyri Miðflokkin ynskja Martin tillukku við formanssessin.