Nýggja virkishúsið skal hava eitt navn

Virkishúsið, sum í næstum letur upp í Sandavági, verður fyri børnum og ungum í aldursbólkinum úr 3. flokki til og við 17 ár.

 

Í samband við, at Vága kommuna í næstum fer at lata upp eitt virkishús fyri børn og ung í Sandavági, fer kommunan eisini at skipa fyri einari navnakapping. 

 

- Lyklaorð fyri nýggja barna-og ungdómstilboðið verður, at hetta verður eitt livandi, skapandi og fjølbroytt tilboð.

 

Í Vága kommunu siga tey, at virkishúsið fer at verða opið hvønn gerandisdag og leygardag - við einari fjølbroyttari viftu av tilboðum, tiltøkum og verkstovum.

 

Virkishúsið verður fyri børnum og ungum í aldursbólkinum úr 3. flokki til og við 17 ár.

 

Hin stóri dagurin, tá nýggja tilboðið letur upp, verður leygardagin hin 5. mars klokkan 14.

 

- Men barna-og ungdómshúsið má eisini hava eitt beinrakið navn, og tí bjóða vit øllum ungum í Vága kommunu millum 9 og 17 ár at taka lut í navnakappingini. 

 

Í Vága kommunu siga tey, at ein virðisløn á 1000 krónur verður latin vinnandi hugskotinum. Einasta kravið er, at navnið skal verða lætt at siga og hóska til barna- og ungdómstilboðið.

 

Á heimasíðuni hjá Vága kommunu - www.vaga.fo - verður neyvari greitt frá, hvussu uppskot um navn til nýggja virkishúsið í Sandavági kann sendast kommununi.