Longu áðrenn landsstýrið í Grønlandi verður alment samtykt í dag, og Jens-Frederik Nielsen (Demokraatit) verður nýggjur stjórnarleiðari, møtir landsstýrið mótstøðu frá valdsmiklari síðu.
Samgonguavtalan, sum teir fýra flokkarnir í stjórnini løgdu fram í síðstu viku, er "sera skuffandi".
Hetta er greiði dómurin frá vinnufelagsskapinum hjá fiskimonnum, KNAPK, sum hevur yvir 1900 limir um alt Grønland.
- Tað er greitt lyftisbrot, áðrenn tey yvirhøvur eru byrjað. Tey vóru greið yvir, at fiskivinnulógin fór at verða tillagað til gagns fyri fiskimenninar, sigur stjórin í KNAPK Vittus Qujaukitsoq og vísir til Demokraatit.
Vittus Qujaukitsoq er sjálvur fyrrverandi ráðharri og stillaði upp til fólkatingsvalið fyri Naleraq, men uttan eydnu.
Stjórin spáar longu um "ramaskrígg" frá fiskimonnum og "stutta livitíð" hjá nýggja landsstýrinum.
Avbjóðingin er ein umstrídd fiskivinnulóg, sum fráfarandi landsstýrið setti í gildi í 2024. KNAPK er stúrið fyri framtíðini hjá fiskimonnunum, sum felagið í stóran mun umboðar og sum sambært felagnum alsi ikki verða sæddir í nýggju lógini til fyrimuns fyri havfarandi fiskiskapin.
- Tað eru nógv, sum selja sínar kvotur, og nøkur, sum ikki longur vilja hava livibreyð í fiskiskapi. Tað verður avleiðingin, sigur Vittus Qujaukitsoq.
Valið til grønlendska landstingið, Inatsisartut, tyktist annars sum væleydnað hjá fiskimonnunum.
Demokraatit og Naleraq, sum hava verið stórir atfoinnarar at fiskivinnulógini, gingu fram, meðan stjórnarflokkarnir Inuit Ataqatigiit (IA) og Siumut, sum stóðu aftanfyri fiskivinnulógina, gingu munandi aftur.
Hóast tað, so er Demokraatit endað við at fara í stjórn bæði við IA og Siumut umframt Atassut.
Í samgonguavtaluni hava flokkarnir millum annað verið samdir um, at fiskivinnulógin "støðugt skal haldast" soleiðis, at "umstøður, sum eru óhóskandi fyri fiskimenn og fyri møguleikarnar hjá landi okkara at vinna pening" kunnu broytast.
Og Vittus Qujaukitsoq ásannar eisini, at Demokraatit fór ikki á val við fullari afturrulling av lógini.
Í valskránni hjá Demokraatit til landstingsvalið kom fram, at fiskivinnulógin "er ein ring lóg", sum fer at "kosta arbeiðspláss".
Tí vildi flokkurin fara í dialog við fiskimenn og fiskivinnufyritøkur um at gera eina ætlan fyri neyðugum broytingum í fiskivinnulógini.
Politiski viðmerkjarin Lars Trier Mogensen, sum fylgir væl við grønlendskum politikki, ger vart við, at flokkarnir í nýggju stjórnini "grundleggjandi eru sterkt ósamdir" um fiskivinnupolitikkin.
- Hetta er ein politisk tikkandi tíðarbumba undir landsstýrissamgonguni.
Tí fiskivinnan hevur ikki bara stóran týdning fyri samlaða búskapin í Grønlandi, men eisini fyri grønlendska mentan og tilveruna hjá smáum niðursetubygdum, greiðir hann frá.
Tí hava skiftandi landsstýri í nógv ár ikki "torað" at nerta við fiskivinnulógina.
- Tær nýtist ikki at broyta nógv av hesum, áðrenn búskapurin kann kollvelta í nøkrum smáum samfeløgum, har tað ikki longur er heilt búskaparliga burðardygt at liva og virka yvirhøvur, sigur Lars Trier Mogensen.
Hann spáar, at nýggja landsstýrið fer at royna at útseta málið um fiskivinnulógina.
- So tað verður ein øgiliga torfør uppgáva hjá Jens-Frederiki Nielsen at finna fýrkantin á sirklinum á hesum, og tað kann sera væl føra til, at landsstýrissamgongan fellur.
/ritzau/