Nýggja grindalógin fær sín elddóp í morgin

Nýggja grindalógin verður roynd fyri fyrstu ferð í morgin, men Sea Shepherd limirnir fegnast um handtøkurnar.

Tað er í morgin, at teir báðir limirnir hjá Sea Shepherd, Susan Larsen og Tom Strerath, ið vóru tikin umborð á skjóttgangandi bátinum Farley meðan grindaboð var í Kalsoyarfirði fyrradagin, skulu fyri rættin.


Tey bæði eru ákærd fyri at hava brotið §9 í grindalógini. Talan verður um fyrstu ferð, at nýggja grindalógin, ið løgtingið samtykti í summar, verður roynd í rættinum


Tá Larsen og Strerath vórðu avhoyrd av løgregluni, noktaðu bæði seg sek í ákærunum.


Vit hava roynt at fingið viðmerkingar frá Sea Shepherd um handtøkurnar, men felagsskapurin ynskir ikki at gera samrøður við føroyskar fjølmiðlar. Men í tíðindaskrivi sent fjølmiðlum og øðrum í morgun, skrivar Sea Shepherd, at Larsen og Strerath kunnu verða dømd til tvey ára fongsul.


Tað tykist tó ikki at ávirka tey bæði ákærdu, ið eru fegin um, at teirra søga verður brúkt um allan heim at leggja trýst á grindadrápið.


- Hóast eg eri misnøgd við okkara handtøku, og at hald varð lagt á Farley, so er tað mín vón, at tilburðurin vil vakja ans um hvat hendir við grindahvalunum og øðrum hvalum í Føroyum. Eg var skelkað at okkara handtøkur vórðu framdar við hjálp frá danska flotanum, sigur Susan Larsen, og leggur aftrat.


- Hetta er ein greið ábending um, at Danmark, ein tjóð, ið er móti grindadrápi, er ikki einans samsek í slátrinum av hvalum – men gera tað tey kunnu, fyri at hvalaveiðan kann halda fram.


Hin ákærdi, Tom Strerath, heldur fram í sama tóna.


- Meðan restin av Evropa verjir grindahvalum, so verða hesi djór framhaldandi slaktað í Føroyum við hjálp frá Danmark. Eg eri glaður um, at okkara handtøka hevur vakt ans til grindadrápið, og eg vóni, at okkara royndir hjálpir øðrum ES borgarum at taka eina støðu móti hesari ómentaðu siðvenju, ið hendir í okkara bakgarði, sigur Tom Strerath.


Rættarfundurin byrjar klokkan hálvgum tíggju í morgin.