Nýggja flogfarið kemur í Vágar í kvøld

Í løtuni er móttøka á Airbus-verksmiðjuni í Hamburg í Týsklandi í sambandi við, at Atlantsflog fær nýggja Airbus 320 flogfarið, sum verður handað felagnum um eina løtu.

 

Eitt ferðalag hjá Atlantsflog, harímillum eisini fleiri tíðindafólk, sum eru boðin við, fór í morgun úr Vágum til Týsklands umvegis Danmark at taka ímóti nýggja flogfarinum. Seinnapartin hevur rundvísing verið á stóru Airbus-verksmiðjuni, sum fyri ein part er í Hamburg. Aðrir partar av verksmiðjuni eru í Frankaríki og í Spania.

 

Seinni í kvøld verður farið jomfrútúrin til Føroya við øllum ferðalagnum, og flogfarið er sett til at lenda klokkan 22:15 í kvøld.

 

Upprunaliga ætlanin var, at flogfarið skuldi koma í Vágar í morgin klokkan 13, tá móttøka verður. Men vegna ringu veðurvánirnar er ferðin heim framskundað til í kvøld, men almenna móttøkan verður sum ætlað í morgin klokkan 13 í hangarinum hjá Atlantsflog.