Nýggja fimmmannafarið hjá Tindi flotað

Nýggja 5-mannafarið hjá kappróðrarfelagunum Tindi í Eysturkommunu varð flotað í morgun. Tað eitur Bláni.

 

Navnið sipar til litin á bátinum, men eisini verður hugsað um tiltakið: ,,Nú blánar fyri degi.” Ein av vakrastu løtunum, ein kann uppliva ein góðan morgun, tá ið ein bláni sæst í eystri. Til ber eisini at seta navnið í samband við ungdómslívið, ið liggur sum ein droymandi bláni fyri framman