Nýggja FC Suðuroy er fullmannað

Í fyrsta heimadystinum í bestu deildini í hálvt triðja ár er mótstøðuliðið grannarnir av Tvøroyri

Fyri fyrstu ferð síðani á mikkjalsmessu í 2012 skal FC Suðuroy í dag spæla landskappingardyst í bestu deildini á heimavølli, tá ið grannarnir í TB koma suður á Vágseiði. Í felagnum hava tey gjørt nógv burturúr, tí tað er stórur felagsdagur, har tað varð lagt fyri longu klokkan 10.30.

Eftir tapini í Runavík og Klaksvík við samantalt 1-9 kennist tað hugaligari, nú loyvini hjá georgisku Mamuka og Valerian eru komin upp á pláss.

-Tað er á heimavølli, at vit hava møguleika at skava flestu stigini saman, og vit hava gott mót, nú liðið fer at líkjast tí, sum vit frá kappingarbyrjan høvdu ætlað, at tað skuldi vera, sigur FC Suðuroy veteranurin Jón Krosslá Poulsen.

Tað hava ikki verið innanhýsis oyggjauppgerðir í bestu deildini í Suðuroy síðani í 2012. Tá var tað tætt og spennandi. Eftir 1-1 í Vági vann TB 3-0 við Stórá, og so vann FC Suðuroy 1-0 á heimavølli. Í fjør flutti TB upp úr 1. deild við 67 stigum, og FC Suðuroy flutti upp við 48 stigum. Í fyrstu lokaluppgerðini vann TB 2-0 á Vágseiði. So varð 2-2 í Trongisvági og at enda málleysur javnleikur í Vági.

Í TB er lagið gott eftir javnleikir ímóti KÍ og AB:

-Tað snýr seg um at yvirliva í bestu deildini. Hugburðurin er góður, og TB gevur ongantíð skarvin yvir. Vit fara við góðum treysti suður til Vágs leygardagin, sigur TB miðvallarin Heini Mikal Mortensen, sum ímóti AB skoraði beinleiðis upp á horna.

Hjá TB er Albert Adu framvegis leikbannaður, meðan Martin Tausen er tøkur aftur eftir leikbann.

FC Suðuroy-TB: Petur Reinert klokkan 15.00.