Nýggja býráðið gjørdi avtalu um grótið á Sundi

– hóast býráðsmeirilutin í Havn fyri eini viku síðani skrivaði til kaldbaksnvendina, at tað var gamla býráðið sum undirskrivaði sáttmálan

– hóast býráðsmeirilutin í Havn fyri eini viku síðani skrivaði til kaldbaksnvendina, at tað var gamla býráðið sum undirskrivaði sáttmálan

 

»Sáttmálin um at taka ímóti gróti frá undirsjóvartunlinum og leggja tað til vinnuøkið á Sundi varð undirritaður í fjør av fyrrverandi býráðnum í TK.«

 

Soleiðis skrivar býráðsmeirilutin í Havn fyri eini viku síðani til kaldbaksnevndina, sum mikudagin skuldi á fund við býráðið um ætlaða vinnuøkið á Sundi, ið kaldbaksfólk ikki vilja síggja.

 

Men tað er ikki rætt. In.fo hevur fingið fatur á skjali, sum vísir, at nýggi borgarstjórin í Havn, Annika Olsen, skrivaði undir sáttmálan 26. apríl í ár.

 

Í morgun klokkan 9 eru kaldbaksfólk boðin á fundin, sum skuldi vera mikudagin, við Tórshavnar Býráð um vinnuøkið, sum býráðið í Havn ætlar at gera á Sundi.

 

Ætlanin kom í lag í fjør, og samtyki býráðið einmælt 30. november í fjør at fara undir ætlanina. Men tað kravdi tó, at byggisamtyktin fyri økið varð broytt.

 

Kaldbaksfólk gjørdu vart við sína ónøgd, og um jóltíðir varð skipað fyri hoyringsfundi í Kaldbak. Gamla býráðið avgreiddi ikki málið, áðrenn tað legði frá sær 31. desember í fjør.

 

Nýggja býráðið yvirtók málið og fekk byggisamtyktina fyri Sund broytta. Tað samtykti býráðið við atkvøðunum hjá Tjóðveldi, Fólkaflokkinum og Framsókn á býráðsfundi 2. mars í ár.

 

Í brævinum til kaldbaksnevndina skrivar meirilutin í Tórshavnar býráð eisini, at nýggja býráðið ikki hevði funnið aðra loysn fyri grótinum.

 

Annika Olsen skrivaði undir sáttmálan sama dag, sum forkvinnan í heilsu- og umhvørvisnevndini, Turið Horn, annars á in.fo boðaði frá, at arbeiðið varð steðgað, og at onnur loysn skuldi finnast at goyma grótið. Hetta var 26. apríl, dagin eftir flaggdagin, tá býráðið annars gjørdi fyribils koyriveg tvørtur um Sundsá.

 

Saman við Anniku Olsen hava Bjørgfríð Ludvík, kommunustjóri, og Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari, skrivað undir vegna Tórshavnar Havn og Teitur Samuelsen og Bergur Poulsen vegna P/F Eystur- og Sandoyartunlar.

 

Í brævinum til kaldbaksnevndina skrivar býráðsmeirilutin í Havn, at tey vóna á fundinum klokkan 9 í dag »at fáa eitt gott kjak við kaldbaksfólk um menning av einum framtíðar vinnuøki á Sundi.«

 

Tað er helst eingin sum ivast í, at allir býráðslimir í Havn, bæði í gamla býráðnum og í nýggja býráðnum eru samdir um hesa verkætlanina, hóast mótmæli úr Kaldbak.

 

Men fráboðanir frá býráðslimum til kaldbaksfólk eru heldur enn ikki ørkymlandi.

 

Nýggja býráðið hevði tveir møguleikar. Annaðhvørt at lata ætlanina liggja og finna annað stað til grótið, sum Turið Horn segði 26. apríl – ella at gjøgnumføra ætlanina, sum eitt samt býráð samtykti 30. november í fjør. Býráðið valdi 2. mars í ár at broyta byggisamtyktina, sum var treytin fyri, at Annika Olsen 26. apríl kundi skriva undir sáttmálan um at taka ímóti grótinum.

 

Harvið var avgerðin endalig – og klokkan 9 í morgun – nú allar súður eru syftar – sleppa so kaldbaksfólk at siga sína meining við býráðslimir í Tórshavnar býráð – og at kjakast við býráðslimirnar »um menningina av framtíðar vinnuøkinum á Sundi«.