Nýggja avtalan ger ikki stríðið minni

Tað er óheppið, at vit enn einaferð draga hvør sína línu

- Hetta fer ikki at gera stríðið ímillum Norðurlond minni.

Tað sigur Sjúrður Skaale næstformaður í Umhvørvis- og náttúrutilfeingisnevndin

 

Í Norðurlandaráðinum er tey misnøgt við nýggju makrelavtaluna, sum Føroyar, Noreg og ES nú hava gjørt.

 

- Umhvørvis- og náttúrutilfeingisnevndin í Norðurlandaráðnum hevur í fleiri ár havt stríðið um pelagiska fiskiskapin á skránni og at Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu við ES, uttan at Ísland og Grønland eru við, ger ikki stríðið millum norðurlond minni, sigur Sjúrður Skaale.

 

Í almennari fráboðan frá nevndini fegnast hann um tey framstig, og tey positivu útlit, sum avtalan skapar.  

 

Men samstundis hann greitt, at tað er sera óheppið, og kann skapa trupulleikar framyvir, at norðurlond enn einaferð draga hvør sína línu.

 

Málið er á skránni fyri Norðurlandaráðsfundin sum verður á Akureyri í Íslandi aðru viku í apríl.

 

- Sum føroyingur, og sum føroyskur fólkatingsmaður, fegnist eg sjálvsagt almikið um, at tað eydnaðist at fáa semju millum Føroyar og tveir teir týdningarmestu partarnar, nevniliga  ES og Noreg, sigur Sjúrður Skaale.

 

- Men sum umboð fyri Norðurlandaráðið má eg samstundis harmast um, at ein kíli aftur er komin millum norðurlond - uttan at siga hvør hevur ábyrgdina av hesum.

 

- Henda støðan ger, at málið framvegis fer at seta sín dám á arbeiðið í Norðurlandaráðnum, og at Ráðið framvegis fer at virka fyri, at vit fáa eina skipan, sum tryggjar langtíðar støðufesti í umsitingini av uppsjóvarfiskinum, sigur Sjúrður Skaale.