Nýggja 07 Vestur hevur vunnið fyri fyrstu ferð

Filip Brattbakk skoraði einsamalla málið í Fuglafirði

Vágamenn hava gott tak á ÍF. Tað sást aftur í dag, tá ið 07 Vestur vann 1-0 í Fløtugerði. Hetta var sjeyndi dysturin á rað, at 07 Vestur vann ímóti ÍF.

 

Nýggi norski framrættaði spælarin Filip Brattbakk skoraði sigursmálið, tá ið tað restaðu seks minuttir av fyrra hálvleiki.

 

Filip var framrættaður í vinstru, og so rann hann ofta inn undir miðverjuna. Og tað var júst í sovornari støðu, at hann fangaði bóltin eftir langa framlegging, og so var hann tryggur, tá ið hann legði bóltin framvið ÍF málverjanum og í málið.

 

07 Vestur var greitt omaná í 1. hálvleiki, tá ið ÍF hevði ilt við at fáa skipað spæl í lag.

 

Eftir steðgin legði ÍF fyri í mest sum hamskiftari útgávu. Fuglfirðingar vunnu nærdystir, og teir funnu væl betur hvønn annan í samanspæli. Fimm minuttir eftir steðgin vann ÍF brotsspark og harvið størsta møguleikan av øllum.

 

Karl Løkin – liðformaðurin hjá ÍF – royndi seg úr 11 metrum, men hann sendi bóltin flatt og skeivu megin stólpan.

 

ÍF koyrdi í eina løtu á, men so dovnaði trýstið, og gestirnir, sum høvdu tríggjar av sínum egnu og átta útlendingar millum teir fyrstu ellivu, megnaðu at halda tørn og vunnu ársins fyrsta sigur.

 

 

 

##med2##

 

 

 

ÍF - 07 Vestur 0-1 (0-1)

 

0-1: Filip Bratbakk

 

Dómari: Alex Troleis

 

ÍF: Jákup Nolsøe Jónsson – Tóri Nolsøe Olsen, Karl Løkin, Peter S. Ullum, Jóhann J. Højbro – Tonni J. Thomsen, Elvin Gelmini, Ruben Møller Nielsen, , Gundur E. Petersen – Bogi Reinert-Petersen, Dánjal á Lakjuni

 

07 Vestur: Sebastian John – Albert Theis Nielsen, Erik Gunnarsson, Magnus Isager, Jóannes á Steig – Benjamin Braithwaite, Frederiks Holst, Mads Christiansen, Filip Bratbakk – Emil Pedersen, Oddur í Haraldstovu Petersen