TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Mirjam Pætursdóttir gjørdi við tónlistarmannin Eyðun Nolsøe í sendingini "Hvonn Live", sum var send á Rás2 í gjárkvøldið.
Eyðun avdúkaði, at hann leingi ætlað fløguútgáva er á gáttini, sum Hans Poulsen fer at framleiða. Spurdur um hvussu leingi hann fór at halda fram at framføra, svaraði Eyðun, at verður so leingi hann kennir á sær, at hann hevur nakað at geva fólki. Enn eru nógv, sum biða hann koma at framføra, og tær sær hann, sum eina viðurkenning til at halda fram við at framføra sínar sangir.
Ímóti endanum av ljóðbrotinum hoyrist eisini sangurin Eyðun framførdi aftaná samrøðan var liðug.