Nýggj upprunaføroysk barnabók

Oyggin hjá teimum horvnu, er nýggj upprunaføroysk barnabók hjá Agnete Hentze Pitchotka.

Bókadeildin gevur bókina út.

 

13 ára gamli Haraldur býr á einari oyggj, har eingin maður sleppur undan at arbeiða á sjónum. Tá báturin hjá abbanum verður burtur í ódnarveðri, noyðist Haraldur at fara í eina jollu at leita eftir honum. Einastu sporini eru søgnin hjá einum serskølti og ein nósi. Men nósin, sum Haraldur hevur roynt at fangað alt summarið, og sum altíð fylgir aftan á bátinum hjá abbanum, setir kós ímóti oynni, har fólk hvørva …

 

Fer tað at eydnast Haraldi at finna abban og vinna á sínum ótta?

 

"Oyggin hjá teimum horvnu" er fyrsta bókin í røðini Skarvaoyggjarnar, og bókin er væl egnað til børn í aldrinum 10-13 ár og til allar dreingir og gentur, sum dáma spenning og ein feril av gandi.

 

Kathrina Skarðsá hevur gjørt myndirnar, Ingun Hentze týddi úr donskum, og Bókadeildin gevur út.

 

UM RITHØVUNDIN

 

Hetta er fyrsta bókin hjá Agnete Hentze Pichotka. Agnete er vaksin upp í Danmark við føroyskum pápa og hevur ferðast nógv í Føroyum sum barn. Hon hevur altíð hoyrt bæði fólkaævintýr og søgur frá fiskiskapi í Grønlandi. Skarvaoyggjarnar eru Føroyar, soleiðis sum Agnete ímyndar sær, at her var í hálvtrýssunum, tá pápi hennara var barn her. Men fyri at sleppa at skriva frítt, gav hon Haraldi sínar egnu oyggjar og fylti tær við veruligum havnum, bygdum og søgnum, sum tó eru tillagaðar fyri at rigga til søguna. Agnete býr í Týsklandi við manni og børnum.

 

##med2##

 

##med3##