Nýggj tekja fór á flog

- Tilbúgvingin tók sær av uppgávuni, og eingin skaði stóðst av hesum, sigur løgreglan.

Tá tað gjørdist lýggjari í veðrinum aftur, og tað fór at tiðna, fingu vit eisini væl av vindi, men í morgun er aftur fínasta vertrarveður.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at ein nýggj tekja í Skopun, sum helst ikki var tryggjað hundrað prosent, fór á flog í vindinum.

 

- Hetta var ikki ein tekja á nøkrum húsum í bygdini, men ein tekja, sum lá í túninum og sum skuldi leggjast á eini hús í Skopun.

 

Løgreglan sigur, at tilbúgvingin fekk boð um tekjuna, sum vindurin var við at fara avstað við. 

 

- Tilbúgvingin tók sær av uppgávuni, og eingin skaði stóðst av hesum, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.