Fyrradagin kom nýggjasta útgávan av stýriskipanini hjá Apple, iOS 7.
Netbanka appin hjá føroysku peningastovnunum er enn ikki dagførd til hesa nýggju stýriskipanina, men arbeitt verður við at loysa hetta.
Tískil viðmæla føroysku peningastovnarnir brúkarunum at fáa sær Netbankan sum app, áðrenn teir dagføra til iOS 7.
- Tey, sum hava fingið sær Netbankan sum app, áðrenn tey installeraðu iOS 7, hava ikki stórvegis trupulleikar við appini og merkja ikki tað stóra til broytingina. Tó kunnu onkrir smáir "kosmetiskir" feilir koma fyri. Eitt nú kann onkur tekstur síggja øðrvísi út enn vanligt. Hetta hevur onga ávirkan á trygdina og appin er eins trygg sum áðrenn iOS 7, siga føroysku peningastovnarnir.
Tey, sum hava installerað iOS 7, og nú ætla sær at fáa Netbankan sum app, mugu hinvegin fylgja aðrari mannagongd, tí tað er í løtuni ikki gjørligt at installera Netbanka appina umvegis App Store á eini iPhone ella iPad, ið koyrir við iOS 7.
- Tískil mást tú seta tína iPhone ella iPad til telduna og síðani heinta appina niður umvegis iTunes inn á telefonina iPaddin. Hetta kann gerast við at opna iTunes og fara inn á iTunes Store og leita eftir "Netbanki". Síðani ber til at fylgja vegleiðingini, ið er har, siga føroysku peningastovnarnir í tíðindabrævi.