Nýggj serframsýning á Listasavni Føroya

Fríggjadagin letur nýggja serframsýningin "Landslagið í broyting" upp á Listasavni Føroya.

Framsýningin varpar ljós á broytingar í føroyska landslagnum og í listini.

 

– Føroyskir listamálarar hava søguliga havt eina sterka siðvenju við at mála landslagið á ein romantiskan og hugfarsligan hátt, meðan samtíðarlistin alsamt flytir seg til annað tilfar og onnur úttrykk. Við listaverkum úr ymiskum tilfari og tøkni spyr framsýningin, hvat eitt landslag er, siga tey úr Listasavni Føroya.

 

– Hvussu er føroyska landslagið broytt gjøgnum tíðirnar? Og hvussu fer landslagið at síggja út í framtíðini?

 

– Landslagið í broyting varpar ljós á broytingar bæði í náttúruni og listini og kannar, á hvønn hátt samtíðarlistin endurspeglar broytingarnar í føroyska samfelagnum og náttúruni, verður sagt í tíðindaskrivi.

 

Framsýningin letur upp við fernisering fríggjadagin 11. februar millum klokkan 16-18. Røður og tónleikur verða á skránni, og Listasavnið bjóðar ábit.

 

##med2##