Nú komandi skúlaár byrjar, verður nýggj parkeringsskipan sett í verk í Hoydølum, sum hevur til endamáls at tryggja atkomumøguleikarnar við skúlan. Hetta verður gjørt við at merkja upp eina parkeringssonufrá Sanatoriivegnum við íbindingina til Hvítanesvegin ogoman til endan av skúlans øki.
Bæði løgregla og brandmyndugleikarnir í Havn hava gjørt vart við, at parkeringin í Hoydølum má fáast í skipaðar karmar, tí tilvildarliga parkeringin, sum verið hevur í økinumseinastu árini, hevur forðað fyri nøktandi atkomu og trygd hjá øllum teimum, sum halda til í økinum.
Frá týsdegnum 20. august verður tí ein parkeringssona sett í verk í Hoydølum, sum fevnir um økið frá Hvítanesvegnum eftir Sanatoriivegnum oman í Hoydalar til økið við endan á skúlanum.
Nýggja skipanin merkir, at tað einans verður loyvt at parkerainnan fyri uppmerktu parkeringsbásarnar.
Nýggja parkeringsskipanin er úrslit av einum samstarvimillum ferðslupoliti, landsmyndugleikar og kommunu, sum í felag hava avtalað hesa loysn. Sama dag, týsdagin 20. august,verður farið undir regluligt parkeringseftirlit á økinum, har gjaldast skal fyri ólógliga parkering.
Myndugleikarnir leggja dent á, at fremsta endamál við nýggjuparkeringsloysnini er persónliga trygdin hjá næmingum ogstarvsfólkum í Hoydølum umframt hjá øðrum, sum hava Sanatoriivegin sum atkomuveg.
Skúlin heitir á bæði næmingar og starvsfólk, sum hava møguleika fyri hesum, um ikki at koma við bili til skúlan, men ístaðin nýta almennu flutningsmøguleikarnar, súklu ella ganga.