Nýggj nevnd í HuXa

Á fundi 30. januar bleiv nýggj nevnd skipað í HuXa fyri 2025. Val av nevnd var einasta mál á skrá.

 

Árið ið fór var sera hendingarríkt. Heili tríggjir limir hjá HuXa valdu at stilla upp til kommunuval. Samanlagt fingu HUXA limirnir 348 akvøður, sum er ótrúliga flott. Vit eru sera errin av teimum trimum, Rúna, Eyðsteini, og Jessicu, og tí dirvinum tey hava víst.

 

Tríggir av nevndarlimunum hava eftir drúgva tænastu valt, at geva stafettina víðari, til næsta ættarlið av borgarligum ungdómi. Maria Müller, Eyðstein Zachariasen og Oddur Norðberg hava í fleiri ár mynda ein stóran part av nevnd felagsins og eru vit teimum takksom fyri tað. HuXa ynskir teimum alt tað besta framyvir.

 

Nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis.

 

Formaður: Rúni Hammer

 

Næstformaður: Fríði Leitisskarð

 

Kassameistari: Olaf Olsen Sundstein

 

Skrivari: Jessica Cazabon Celibashi

 

Nevndarlimur: Rógvi Hvidbro

 

Tiltakslimur: Askur Eyðunsson

 

Tiltakslimur: Rói Johannesen

 

HuXa fer beinanvegin til verka fyri at fremja endamál felagsins og borgarliga boðskapin, til frama fyri føroya ungdóm.