Tíðindastovan Sky News veit í dag at siga, at eitt russiskt flogfar skal hava lent í iranska høvuðsstaðnum Teheran í august í ár.
Í flogfarium vóru 140 miljónir evrur í reiðum peningi, eins og her vóru bretsk og amerikansk vápn, sum russar hava lagt hald á í Ukraina.
Afturfyri pengarnar og vápnini, sum russiska hernaðarflogfarið hevði við sær, fekk Russland álopsdronur úr Iran.
Sky News sigur, at tey hava tíðindini frá einari ónevndari trygdarkeldu, og lagt verður aftrat, at russiska flogfarið var í Iran hin 20. august.
Trygdarkeldan sigur, at vápnini, sum Russland kom til Iran við, hava stóran týdning fyri Kollveltingarhirðuna í landinum.
Nú fer Iran at læra seg hesi vápnini at kenna og møguliga at endurskapa tøknina í teimum, verður sagt.
Sky News veit at siga, at aftur fyri vápnini og evrurnar hevur Iran latið Russlandi fleiri enn 160 dronur, eitt nú sonevndar kamikazedronur av slagum, Shahed-136.
Keldan veit eisini at siga, at ein nýggj avtala millum londini er á trappuni, og her er talan um, at Iran letur Russlandi enn fleiri dronur til kriggið í Ukraina.
Russland hevur serliga brúkt iransku dronurnar til at raka undirstøðukervið í Ukraina við, og sagt verður, at nevndu dronur eru truplar at skjóta niður.











