Týskvøldið klokkan 19 verður almenn bókaframløga á Finastøðini í Klaksvík. Tá verður nýggja bókin løgd fram.
Solby Christiansdóttir fer at hava samrøðu við høvundan, live-tónleikur verður at hoyra, og okkurt gott verður at fáa afturvið einum kaffimunni.
Nýggja krimibókin eitur »List« og byrjar við, at meistaraverkið »Aftur av jarðarferð« hjá Mikines verður stolið á Listasavninum.
Hetta skakar føroyingar og setir gongd á eina spennandi og undirhaldandi krimisøgu, sum gongur fyri seg í føroyska samfelagnum.
»List« er 200 síður til longdar og fæst nú í bókabúðum. Bókin verður eisini at fáa til keyps á framløguni týskvøldið.
Fríggjadagin verður bókaframløga í Havn.











