Nýggj krimi frá Jógvani Isaksen: Vølundarhús

Nýggjasta krimibókin frá Jógvani Isaksen er eisini um Hannis Martinsson.

Nýggjasta krimibókin frá Jógvani Isaksen er eisini um Hannis Martinsson.

 

Um innihaldið sigur Jógvan Isaksen soleiðis:

 

– Ein eldri kvinna, sum býr í eini íbúð undir Kongavarða, sigur seg hava hoyrt, at maðurin í granníbúðini er blivin dripin. Advokatvirkið, sum eigur íbúðina, sigur, at eingin hevur búð í henni tað seinasta árið. Kvinnan stendur uppá, at hon kendi mannin væl, og at hann nú er horvin. Hannis Martinsson fer at kanna málið.

 

Á bókadøgunum í Norðurlandahúsinum í aðru viku verður í hesum sambandi eitt krimiskeið. Men hvat krevst, tá ið ein góð krimisøga skal skrivast? Hvussu við íblástri, byrjan, synopsis og ikki at gloyma intrigu?

 

– Í mun til manga aðra skriving, so er tað eitt avgjørt krav, at ein spenningssøga skal hava eitt ávíst driv, tað skal vera ein framdráttur. Um somu tíð, kanst tú seta spurningin, um tað er nakar munur á einari krimisøgu og einhvørjari aðrari skaldsøgu?

 

Hóast skeiðið bara fevnir um tveir dagar, so skal tað eisini vera skriviverkstaður, har luttakararnir sleppa at royna seg við hugskotum og stuttum tekstum.

 

Aftrat hesum er eisini ætlanin at hyggja at, hvussu tú transponerar eina krimisøgu til film. Ein bók og ein filmur eru tveir ógvuliga ymiskir miðlar, kortini taka upp í rúgvu av filmum nettupp støði í skrivaðum tekstum. Hvussu fer hetta fram, verður spurt í Norðurlandahúsinum á bókadøgunum.