Nýggj kappingarskipan hjá Julian

bold.dk hevur tosað við Julian Johnsson, Svendborg-venjara, um komandi kappingarárið

Triðbesta danska fótbóltsdeildin byrjar aftur í vikuskiftinum. Danska fótbóltstíðindaheimasíðani, bold.dk, hevur gjørt upptakt til komandi kappingarárið, og í dag hevur heimasíðan tosað við føroyska Julian Johnsson, ið er venjari hjá Svendborg.

 

Áhugavert er, at hetta kappingarárið verður ein nýggj kappingarskipan tikin í nýtslu í triðbestu deildini. Tey 24 liðini í deildini verða deild upp í tríggjar bólkar, har átta lið eru í hvørjum bólki. Fyrra hálva av kappingarárinum endar við, at alt annað eftir, hvar liðini enda, verða tey flutt í eitt uppflytingar- ella niðurflytingarendaspæl, har tey skulu spæla í seinnu hálvu av kappingarárinum.

 

Julian Johnsson sigur við bold.dk, at hann vónar, at Svendborg spælir seg í uppflyingarendaspælið, tí at so er Svendborg sum minst tryggjað luttøku í triðbestu deildini komandi kappingarár.

 

- Eg veit, at tað verður ringt, men vit ætla okkum sum minst fjórða pláss í okkara bólki, so at vit kunnu spæla okkum í uppflytingarendaspæli. Tað fer millum annað at krevja ein sterkan heimavøll. Eg trúgvi uppá, at tað kann lata seg gera, men vit eru ein outsidari, sigur Julian Johnsson við bold.dk.

 

Julian dámar eisini væl nýggju kappingarskipanina í triðbestu, donsku deildini.

 

- Nýggja skipanin er sera áskoðaravinarlig, og fleiri av dystunum verða meira spennandi nú. Kappingin verður hørð og stutt, tí at alt annað eftir, hvar vit enda í fyrru hálvu, hava vit eina heilt nýggja støðu eftir vetrarsteðgin. 

 

Kappingarárið hjá Svendborg byrjar í morgin, tá ið Julian Johnsson og hansara menn skulu spæla úti ímóti Næsby.