Ein loysn kundi verið, at Landið gjørdi eina nýggja samferðsluhavn á Argjum.
Tað heldur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Sirið Stenberg hevur spurt hann um møguleikarnir hjá Smyrli at leita upp aðra havn, tá ið hann ikki fær manøvrera innanfyri Molan í Havn
Spurningurin er serliga átrokandi nú siglingin er so óreglulig við tað, at ein motorur er brotnaður.
Johan Dahl sigur, at Havnin á Sundi er ikki ikki brúkilig til Smyrli, tí har er ov nógvur súður og atløgubryggjan er ov stutt.
Í Runavík eru góðar umstøður, men har er ein trupulleiki við skráanum til hekkuportrið, ið ikki passar til hekkuportrið á Smyrli.
Samstundis fer hetta at seta stór krøv til flutning aftur og fram av fólki og farmi, tí alt er lagt til rættis út frá, at Smyril siglur upp á Havnina og tað má eisini vera endamálið, at fólk og farmur verða sett av, og tikin upp eftir ferðaætlanini.
- Ein onnur loysn kundi verið at landið bygdi eina havn á Argjalandinum, sum er skraddaraseymað til Smyril og hini strandfaraskipini, sum sigla á Tórshavn.
- Hetta hevði spart Strandfaraskipum Landsins eina seks milliónir krónur í havnargjøldum til Tórshavnar Havn, umframt at Smyril kundi spart aðrar fimm, seks-milliónir krónur í olju.
Hetta kundi verið við til at fíggja havnina, heldur Johan Dahl
Hetta hevði stytt um ferðatíðina á Suðuroyar- og Skopunarleiðini, leggur hann afturat.
|










