Jógvan Thomsen í Nólsoy kunnar í kvøld um, at ein nýggj fuglabók á enskum, sum er 90 blaðsíður, er útgivin í dag.
- Í bókini, sum ber heitið "The Faroe Islands' European Storm Petrel", er hópin av fotomyndum.
Rithøvundar eru Jens-Kjeld Jensen og Jógvan Thomsen.
Í Nólsoy er heimsins størsta drunnhvítabøli. Bókin lýsir ta vitan og gransking av drunnhvíta, sum higartil er gjørd í Nólsoy.
- Endamálið við bókini er at miðla hesa vitan til ein breiðari lesaraskara og at vera eitt gott grundarlag hjá komandi fuglafrøðingum og øðrum leikfólki, sum fara at granska í hesum sera áhugaverda sjófugli.
Jógvan Thomsen vísir á, at nýggja bókin gevur eina dagførda støðulýsing av drunnhvítabølinum í Nólsoy, sum er mett at telja umleið 200.000-250.000 fuglar.
- Vit vóna, at bókin eisini fer at eggja øðrum til at granska í drunnhvíta og øðrum líknandi fuglum, leggur hann aftrat.
Bókin kostar 250 krónur, og hon fæst við at venda sær til Jógvan Thomsen. Seinni fer bókin eisini at fáast til keyps í føroysku bókhandlunum.