Nýggj føroysk søgubók

Leingi hava lærarar, foreldur og næmingar saknað nýggja undirvísingarheild til føroyska søgu, og nú er fyrsta bind sett til sølu.

Leingi hava lærarar, foreldur og næmingar saknað nýggja undirvísingarheild til føroyska søgu, og nú er fyrsta bind sett til sølu.

s bókin Føroysk Søga 1 er ætlað søguundirvísingini í 7. flokki. sBókin viðger tíðarskeiðið umleið 1750 til umleið 1914 í føroyskari søgu. Millum evnini, ið verða viðgjørd, eru Vágsbotnshandilin, Nólsoyar Páll, gamla bygdasamfelagið í 19. øld, fríhandil, samfelagsbroytingar síðst í 19. øld og tjóðskaparlig veking.

 

Jóan Pauli Joensen, Dr. Phil, Fil. Dr., professari í siðsøgu, hevur skrivað tekstin, og Ole Wich hevur teknað og savnað inn myndir. Bergur Rasmussen, lærari, hevur skrivað læraravegleiðingina og gjørt uppgávur til tilfarið, og Sigfríður Abrahamsen hevur ritstjórnað og savnað inn filmar

 

sBøkur eru samvirknar bøkur. Tað vil siga, at tær – umframt tekst – hava ljóð, film og samvirknar uppgávur. sBøkurnar liggja á netinum, men eru persónligar, soleiðis at næmingurin kann skriva viðmerkingar og undirstrika í sínari egnu bók.

 

Føroysk søga 1 er ætlað at verða brúkt saman við bókunum um heimssøgu, sum Nám fyri stuttum gav út til framhaldsdeildina. Jóan Pauli Joensen hevur týtt og tillagað røðina Heimssøga, sum Nám hevur keypt frá svenska forlagnum Natur & Kultur.