Nýggj føroysk bluesútgáva

Terji Krossteig Messell gevur ukuleluni størri pláss á nýggju útgávu síni

Terji Krossteig Messell hevur givið eina nýggja fløgu út, umvegis heimasíðuna soundcloud.com.

 

Talan er um enn eina bluesútgávu.

 

Útgávan ber heiti "Síða B", og eins og undanfarna úgávan "Heimagjørt" frá 2014, er alt tikið upp heima við hús. Á hesi nýggju útgávuni hevur ukulelan, ið Terji hevur ein serligan alsk til, ein meira framtraðkandi leiklut.

 

Millum annað á innleiðandi lagnum "Ukulele Blús", ið júst snýr seg um at syngja og spæla blues á ukulelu, og eisini skjaldrið "Kall og Svein Ungi" er útsett fyri ukulele.

 

Terji Krossteig Messell býr í norðurjyllandi, og hevur verði virkin á tí danska bluespalllinum í nøkur ár, og var millum annað ein av teimun trimum finalistaunum í Danish Blueschallenge 2014. Síðani hevur hann hitað upp á ymiskum blueskonsertum í Danmark, millum annað fyri Thorbjørn Risager & the Black Tornado og lettiska blúsorkestrið The Latvian Bluesband.

 

"Síða B" kann hoyrast og takast niður ókeypis á: https://soundcloud.com/terjikrossteigmessell/sets/sia-b