Seinni hendan mánaðin kemur út onnur fløgan hjá bólkinum "Tollarar og Syndarar" - eisini kendir millum manna, sum bara "TOS".
Í gjárakvøldið vitjaði in.fo/Rás2 oddamannin í bólkinum, Bárð á Lakjuni í Leirvík til eitt lítið prát um fløguna, sum er á gáttini. Talan verður um 10 nýggj løg, og átta nýggjar tekstir, sum í stóran mun hava andaligt innihald, men eisini tekstir, sum viðgera onnur viðurskifti.
Ljóðið á tí komandi fløguni verður heilt serligt, tí allir sangirnir eru tiknir upp í salinum "Hebron" í Leirvík.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið við Bárð á Lakjuni. Í endanum av ljóðfíluni hoyrist ein lítil brotpartur av sanginum "Oyrnatutl", sum verður at finna á tí nýggju fløguni.