Nú er ein bók komin út, ið snýr seg um navnafrøði.
Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur í samstarvi við NORNA, sum er norðurlendska samstarvsnevndin um navnagransking, givið út bók við fyrilestrum, sum vórðu hildnir á ráðstevnu í Havn í 2011.
Hesum boðar heimasíðan hjá Setrinum frá.
Evnið á ráðstevnuni var “nøvn í standamentanini”, fyrilesararnir vóru navnagranskarar úr øllum Norðurlondum, og í fyrilestrunum umrøddu teir staðarnøvn, fólkanøvn og skipanøvn og settu nøvnini inn í mentanarsøguligt høpi.
Eisini verður komið inn á støðuna hjá staðarnavnagranskingini í okkara talgildu tíðum.
Fyrilestrarnir eru á donskum, norskum og svenskum og hava samandráttir á enskum ella týskum.
Ritstjórnað hava Tina K. Jakobsen, Kristin Magnussen, Anfinnur Johansen og Eivind Weyhe.
Bókin um nøvn í strandamentanini er 380 blaðsíður og fæst til keyps í bókabúðunum.