Tað upplýsir svenski ákærumyndugleikin sambært svensku tíðindastovuni TT.
Ákærumyndugleikin upplýsir ikki, hvat avgerðin snýr seg um. Tað er eisini óvist, um tað til dømis verður reist ákæra í málinum, ella um illgruni er ímóti navngivnum persónum.
Fyribils er eingin skuldsettur ella ákærdur í málinum.
Fleiri týskir miðlar siga, at svenski ákærumyndugleikin ætlar at boða frá, at hann fer at steðga kanningunum í málinum, tí at er ikki eydnast at vísa á ein ella fleiri møguligar illgerðarmenn.
/ritzau/