Tann 1. september 2015 verða nýggir sendimenn á Sendistovu Føroya í Íslandi og í Bretlandi.
Áki Johansen, ráðgevi, verður sendimaður í London, meðan Petur Petersen, deildarstjóri, skal røkja sendimannastarvið í Reykjavík.
Hákun J. Djurhuus, ið hevur verið sendimaður í Reykjavík, og Jóannes Vitalis Hansen, sum seinastu árini hevur verið í London, fara aftur í starv á Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni, boðar Løgmansskrivstovan frá.