Nýggi varianturin av koronu er nú eisini í Føroyum

Eg meti at tann nýggi varianturin er longu tann mest vanligi í Føroyum, sigur landslæknin

Í hesum døgum er ein nýggjur variantur av korona farin at gera um seg í Evropa. Talan er um ein nýggjan variant av omikron og hesin nýggi varianturin er nú tann mest vanligi rundan um okkum. Og Lars Fodgaard Møller, landslækni sigur, at nú er hesin nýggi varianturin eisini staðfestir í Føroyum. Tað er ikki kannað út í æsir, men sjálvur metir hann, at hesin nýggi varianturin er eisini tann vanligasti í Føroyum nú.

 

Hann sigur, at í gjár vóru tvey fólk innløgd í samband við koronu, men í fyrradagin vóru tey fimm í tali. Tað er einki, sum bendir á, at tann nýggi varianturin er verri enn tann omikron-varianturin, vit kenna. Men eitt eyðkenni fyri hann er, at koppsetingin verjir ikki serliga væl og tað ger eisini lítlan mun, at fólk hava havt koronu áður. Men hinvegin er tað staðfest, at koppsetingin verjir rættiliga væl ímóti, at tey, sum fáa hendan nýggja variantin, verða serliga sjúk.

 

Tú fara myndugleikarnir í Danmark nú aftur at koppseta fólk fyri koronu – og her í Føroyum plaga vit at fylgja koppsetingarætlanunum hjá dønum.

 

Les meiri her: Nú skulu nøkur helst koppsetast einaferð afturat fyri koronu

 

Myndugleikarnir í Danmark vænta, at ein bylgja av korona fer at taka seg upp í heyst, men Lars Fodgaard Møller sigur, at tað er hopleyst at siga, hvussu støðan fer at vera í Føroyum. Men hini bæði árini, korona hevur gingið, er tað serliga í desember og í januar, at vit hava verið hart rakt og tað kann eisini verða støðan hesa ferð. Tað er eisini tíðin, tá ið influensa fer at ganga, men annars er tað ómøguligt at meta um.

 

Tey hava eisini samband við tey, sum eru smittað fyri at vita, hvar tey kunnu vera smittað og hvussu støðan er og tey, sum verða løgd inn á sjúkrahús, og har minsti illgruni er um, at tey hava koronu, verða kannað. Men yvirhøvur fylgja tey væl við gongdini, so at tey hava greiði á, hvussu tann nýggi varianturin breiðir seg, og hvussu hart hann rakar.