Tað var longu áðrenn flytingargluggin lat aftur í juli, at TB tryggjaði sær 26 ára gamla Kofi Appiah úr Ghana. Saman við eitt nú Jonas Gejel Hansen skuldi hann styrkja um liðið, men hann hevur verið fastlæstur vegna vantandi arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Heimasíðan hjá TB skrivar í dag, at øll tey neyðgu loyvini nú eru komin undir land, og at Kofi Appiah tískil er klárur at spæla. Hann hevur tó leikbann fyrsta dyst eftir at hann er vorðin skrásettur, og tískil verður hann ikki við í dystinum ímóti NSÍ við Stórá sunnudagin.
Kofi Appiah kom til Føroya úr London, har hann hevur spælt við ymiskum feløgum. Har hevur hann eitt nú verið liðfelagi hjá Albert Adu, sum er toppskjútti hjá TB við 10 málum í Effodeildini.










