So man tað vera greitt, hvør nýggi venjarin hjá Skála er. Fyri nøkrum døgum síðani varð sagt, at talan var um 48 ára gamlan danskan venjara, og nú hevur fyens.dk svarað spurninginum, hvør venjarin er.
Fyens.dk skrivar, at B1909 skal hava nýggjan venjara, hóast felagið hevði sáttmála við Michael Bjørn Nielsen. Men hann hevur fingið møguleika at vera fulltíðarsettur venjari í Føroyum, og felagið hevur játtað honum at sleppa úr sáttmálanum fyri at fara ævintýrferðina til Føroya, veit fyens.dk at siga.
Í B1909, sum síðsta kappingarár flutti upp í Danmarksseriuna, gekk tað annars uppá stás í heyst, tá ið liðið eftir soltna byrjan fótaði sær og fór frá sigri og til sigur og spældi seg fram í miðjuna á deildini.
Fyens.dk veit at siga, at venjarin 1. februar fer til Føroya at taka við nýggja starvinum. Skála hevur boðað frá, at Erland Tvørfoss verður nýggjur hjálparvenjari á Skála.
Í B1909 geva teir Michael Bjørn Nielsen gott skoðsmál, nú hann fer úr felagnum og flytur til Føroya:
-Michael Bjørn hevur hesi seinastu árini við nærlagni og ídni útint stórt arbeiði við bestu spælarunum hjá okkkum. Hann hevur lagt ætlanir fyri, hvussu framtíðarmenningin av spælarunum skal vera, og vit hava stóra virðing fyri arbeiðnum, sum hann hevur gjørt, siga teir í B1909.
Michael Bjørn Nielsen hevur verið lærari í fótbólti í Oure ítróttarskúlanum, og so hevur hann verið venjari í fleiri feløgum á Fyn – SSV Højfyn, Fjordager IF og Svendborg fB.
Inntil í sjeytiárunum vóru tað trý stór fótbóltsfeløg í Odense - B1909, B1913 og OB. Nógvu tey seinastu árini hevur OB verið einasta umboðið hjá Fyn í fremstu røð, meðan hini bæði feløgini taptu dystin í pengafótbóltinum og nú spæla í seriunum.
Skála vann næstbestu deildina í 2021, og fyrsti landskappingardysturin í fremstu røði í hesum umfarinum hjá Michael Bjørn Nielsen og hansara monnum verður sunnudagin 6. mars á heimavølli ímóti føroyameistarunum úr Klaksvík.