Hann ivaðist ikki, tá hann varð spurdur.
Oddbjørn Joensen var tann, sum fekk fyrsta fyrispurningin um hann vildi taka við sum 1. liðsvenjari hjá HB, eftir at Johan Nielsen var givin.
At blíva venjari hjá einum 1. deildarliði er nakað tú hevur sum mál, og tá eg so fekk kjansin, ivaðist eg als ikki. Eg tók beinanvegin av, sigur Oddbjørn Joensen við Ítróttarsosialin.
Oddbjørn hevur í fýra ár vant 2. lið hjá HB. Hann var hjálparmaður hjá Jóannesi Jakobsen í tvey ár, og var komin væl áleiðis í næsta árinum sum hjálparmaður hjá Johan Nielsen.
Eg hevði als ikki droymt um, at mín fyrsta uppgáva sum 1. deildarvenjari skuldi koma so tíðliga og so í HB. Eg hevði væntað, at eg fór at venja okkurt annað felag áðrenn tað kundi koma uppá tal at venja slíkt felag sum HB.
Men eg eri ikki bangin fyri at taka av hesi uppgávuni. Eg kenni felagið sera væl og havi fingið stuðul frá spælarunum, sigur hann.
Oddbjørn Joensen er 24-ára gamal og úr Klaksvík. Hann spældi í nógv ár í KÍ, áðrenn hann flutti til Havnar.
Lættari at venja 1. lið
Týskvøldið í síðstu viku var Oddbjørn spurdur um hann vildi taka við sum venjari hjá 1. deild hjá HB, hann segði ja, og síðani tá hevur hann staðið fyri venjingini hjá 1. liði.
Tað er í grundini nógv lættari at venja eitt 1. deildarlið enn eitt 2. deildarlið, tí tú kanst altíð leggja eina venjing nevyt til rættis. Tú veitst hvørjar spælarar tú hevur at arbeiða við og hvussu nógvir teir eru, og skuldi onkur mangla, so kanst tú altíð taka ein afturat frá 2. liðnum. Í 2. deild veitst tú ongantíð um tú hevu 8 spælarar ella 20, tá tú kemur til venjing.
Og 1. liðsspælarar skulu ikki noyðast í gongd. Teir eru sera engasjeraðir, og venjingin koyrir nærmast av sær sjálvum.
Stóran týdning, men ikki avgerandi
Verður tað ein kollvelting av HB-liðnum, nú tú hevur fingið ábyrgdina av tí?
Nei, tað verður tað ikki. Tað verða so at siga teir somu spælararnir, sum koma at vera við, og spælihátturin fer at vera tann sami.
Tað ber ikki til at broyta liðið og spæliháttin mitt í einum kappingarári. Tað skal miðvís venjing og venjingardystir til, skal tað gerast.
Hvussu stóran týdning leggur tú í dystin móti B36?
Dysturin hevur sera stóran týdning, men hann er ikki avgerandi fyri kappingina. Tá vit hava spælt mikukvøldið, eru framvegis 11 dystir eftir at spæla, og nógv kann framvegis henda.
Vit ætla okkum at vinna dystin, og gera vit tað, eru vit væl við í kappingni. Tapa vit, eru vit væl afturúr, men kjansurin er framvegis har.
Og Oddbjørn Joensen hevur allar uttan ein spælara tøkan til stóra dystin í kvøld. Johannes Joensen er leikbannaður og kann ikki vera við.
B36 allar mans tøkar
Grannarnir hjá HB, B36, hava verið í stórformi í ár, og teir eru langt á odda í landskappingini.
Í kvøld møta teir tó einum sera svangum HB-liðið, sum hevur nógv at spæla fyri, nú teir eru slignir úr steypakappingini og hava havt venjaraskifti.
Dystirnir millum HB og B36 eru altíð spennandi og tú veitst ongantíð hvat hann endar við, sigur Tummas Eli Hansen, liðskipari hjá B36.
Vit hava allar mans tøkar til dystin í kvøld, so vit stilla við sterkastu manning.
Bæði hjá HB og B36 stríðast menn við at koma yvir landsdystin sunnudagin. Skaðar forða ikki nøkrum í at spæla, men tað krevur nógva orku at spæla altjóða dyst, og ikki minst tá tú skalt spæla 10 móti 11 í ein hálvleik.
Men í morgin stilla allir hesir menn upp til stóra dystin millum HB og B36.
Tað snýr seg um FM-gull, prestisju, uppreisn og ikki minst, ræðið í høvuðsstaðnum.