Nýggi FK-handilin í Fuglafirði tekur skap

Fuglafjørður broytist og mennist fyri hvønn dag sum gongur. FK-handilin tekur skap, og úti á bryggjuni gongur skjótt við nýggja uppsjóvarvirkinum.

Á einum og sama býráðsfundi í Fuglafjarðar kommunu fyrr í ár samtykti býráðið at játta ikki færri enn trý byggiloyvi.

 

Býráðið samtykti nevniliga at játta byggiloyvi til útbygging av miðnámsskúlanum á Kambsdali, byggiloyvi til nýggjan FK-handil, sum verður bygdur omaná kappróðrarneystið og víðari út eftir - og at enda at játta byggiloyvi til nýggja uppsjóvarvirkið hjá Pelagos úti á havnalagnum.

 

Í Fuglafirði fegnast fólk um alt tað virksemi og ta menning, sum í løtuni er í býnum, bæði vinnuliga og í aðrar mátar.

 

Sjálvur miðbýurin í Fuglafirði er eisini ein spennandi verkætlan, sum ikki er knýtt at tí stóra vinnuliga virksemi, sum er við havnalagið. Nógv er gjørt fyri at fríðka um miðbýin, har handlar, banki, mentanarhús og aðrir tænastuveitarar eru á báðum síðum við høvuðsvegin.

 

Fuglafjørður hevur fingið eina snotuliga og hugnaliga gøtu við gonguteigum á báðum síðum, og nú nýggjur FK-handil verður bygdur, soleiðis sum henda myndir vísir, fer miðbýurin við nýggja handlinum og øðrum veitarum á vegastrekkinum at gerast eitt hugnaligt umhvørvi.

 

Norðari parturin av hesum vegastrekki, sum enn er eftir at gera, verður gjørdur í summar, og um alt gongur væl, verður eisini hesin parturin liðugur til varmakeldustevnu í ár.

 

Tá alt arbeiðið er liðugt - frá nýggja FK-handlinum og til Siloa - verður talan um umleið 300 metrar, har meginparturin av tænastuvinnuni í Fuglafirði liggur. Á hesum strekki liggja handlarnir í býnum, umframt Ribarhús, Norðoya Sparikassi, Muntra, Bókasavnið, Mentanarhúsið, kirkja og samkomuhús.

 

Myndina av byggingini av nýggja FK-handlinum í Fuglafirði tók Birgir W. Høgnesen í vikuni.