Síðani landskappingin varð partur av ólavsøkuni, hevur AB tvær ferðir verið í bestu deildini. Báðu ferðirnar hevur AB átt heimadyst 27. juli, og báðu ferðirnar hevur EB/Streymur verið mótstøðuliðið. Í 2010 vann EB/Streymur 2-1, og í fjør vann AB 3-1.27. juli í 2010 var talan um fyrsta dystin á nýggja graslíkinum á Argjum. Tá skoraði Sorin Anghel 2-1 sigursmálið fyri EB/Streym!
Nú er Sorin Anghel AB spælari, og hann og liðfelagarnir fáa aftur í dag ólavsøkuvitjan úr Sundalagnum. Hetta er fyrsta royndin hjá Rúna Nolsøe og EB/Streymi, síðani Pól Jóhannus Justinussen og Høgni Madsen bóðu farvæl. Harvið fáa onkrir, sum ikki hava verið so nógv við, størri leiklut.
Á Argjum hava teir skrivað sáttmálar við Aleksandrs Cekulajevs úr Letlandi og Tóka á Lofti og Sandri Færø, sum eru komnir úr B36. Teir báðir úr B36 eru ætlaðir at breiðka um hópin, meðan Aleksandrs Cekulajevs skal loysa Jóan Símun Edmunsson av sum fremsti maður. Hann verður tó ikki við ímóti EB/Streymi í dag, sigur AB venjarin Oddbjørn Joensen:
-Hann hevur vant saman við okkum, og hóast hann ikki er í fullgóðari venjing, so er týðuligt, at hann hevur dygdir, sum sjáldan eru at síggja í Føroyum. Hann er tryggur á bóltinum, skjótur og umframt at hava gott spælskil, so hevur hann gott skot. Í vikuni fór hann til hús at giftast, og hann verður heldur ikki við ímóti HB 3. august. Undan summarsteðginum var Jógvan Skeel Nolsøe fremsti maður. Hann stóð seg væl, og hann hevur verið væl upplagdur í venjingunum, sigur Oddbjørn Joensen.
AB venjarin roknar allar tólv dystirnar, sum eru eftir av hesum kappingarárinum, at vera lykladystir:
-Málið hjá okkum er at sleppa undan niðurflytingarvandanum. Tað verður tætt ímóti EB/Streymi. Um tað eydnast okkum at vinna, so kann talan skjótt verða um heilt aðra seinnu hálvu, enn stigatalvan leggur upp til, men tað skal undir øllum umstøðum arbeiðast nógv og miðvíst.
Tá ið AB 11. mai vitjaði við Margáir, var heimaliðið sera væl upplagt. AB fór suður aftur við 5-0 tapi!










