Queens Park Rangers spældi leygardagin á heimavølli ímóti Crewe í næstbestu ensku deildini. Marc Nygaard, sum hevur føroysk ættarbond, spældi sum vant í álopinum hjá Queens Park Rangers, men hann og liðfelagarnir noyddust at lúta. Crewe legði seg á odda 2-0, áðrenn QPR seint í dystinum minkaði til 2-1. Marc Nygaard hevði onkrar naskar royndir, men hann fekk ikki mál hesaferð