NY Times ummælir Whale Wars

Í gjárkvøldið var fyrsta sendingin av Whale Wars: Viking Shores tøk á netinum, og eingin ivi er um, at fleiri føroyingar hava sæð hesa fyrstu sending. Tað hevur ummælarin hjá New York Times eisini.

 

Ummælarin hjá New York Times, Mike Hale, heldur ikki nógv um fyrstu útgávuna av Whale Wars: Viking Shores.

 

Helst vóru tað fleiri føroyingar, sum í gjár hildu, at fólkini handan sendingina vóru ógvuliga ófør, tá ið umræður at skapa stóran dramatikk um eina støðu, sum annars er ófarlig.

 

Tað helt ummælarin hjá New York Times eisini.

 

Hann skrivar í sínum ummæli, at fyri fyrstu ferð í søguni hjá Whale Wars sendingini, so sluppu umhvørvisfólkini og hyggjarin heilt tætt at fíggindanum, sum hesaferð eru føroyingar.

 

Ummælarin skrivar, at føroyingar komu so tætt sum gjørligt, og royndu at svara fyri seg. Føroyingar hvørki tveitti fløskur eftir umhvørvisfólkunum, ei heldur stungu tey niður við grindaknívum, hóast frástøðan væl hevði loyvt tí.

 

Tað einasta ummælarin heldur verða áhugavert og nýtt í sendingini er, at hesaferð eru samrøður millum umhvørvisfólkini og føroyingar, men talan er í øllum førum ikki um tær konfrontatiónirnar, sum Whale Wars vanliga bjóðar sínum hyggjarum. Ummælarin er sannførdur um, at smáskeldaríini á keiini í Havn ikki eru nóg mikið til at gera fimm sendingar av Whale Wars: Viking Shores áhugaverdar.

 

Les alt ummælið her:

 

tv.nytimes.com/2012/04/27/arts/television/whale-wars-viking-shores-on-animal-planet.html