Tað eru umboð fyri Føroyamálsdeildina hjá Fróðskaparsetrinum, sum hava rættlisið og gjørt viðmerkingar, til umsetingina, sum Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskupur, hevur umsett úr grundmálunum.
Fríggjadagin handaðu Anfinnur Johansen og Marius Staksberg frá Setrinum Føroyska Bíbliufelagnum rættingarnar og viðmerkingarnar, teir hava gjørt til Nýggja Testamenti.
Ætlanin er at geva nýggju Bíbliuna út um 2-3 ár, sigur Føroyska Bíbliufelagið í tíðindaskrivi.