Nústani tori eg at tveita meg út í tað

Tað er heilt serlig løta fyri Jobbe Pilgaard, tá ið hann í dag letur listaframsýning upp í Havn

(Mynd: Álvur Haraldsen)

Jobbe Pilgaard ger í dag týðandi persónliga staðfesting, tá ið hann letur upp framsýning í Gallarí Havnará í Havn.

 

Sum barn fekk hann at vita, at hann kundi ikki liva av at vera kreativur, men skuldi heldur finna sær okkurt ordiligt at gera. Nú er hann til reiðar at stíga út í almenna rúmið sum listamaður við sínari fyrstu listaframsýning.

 

– Framsýningin í Gallarí Havnará verður mín persónliga staðfesting av, at tú kanst tað, tú vilt. Tú kanst altíð fara tann vegin, sum tú hevur hug, og tað er ongantíð ov seint at skifta spor. Fyri meg er tað eitt áðrenn og eftir hesa framsýning, og eg eri errin av, at eg eri komin hertil, sigur hann við Sosialin um vikuskiftið.

 

Jobbe Pilgaard er danskari, ættaður úr Randers, men hann býr part av tíðini í Føroyum saman við manni sínum, kenda sjónvarpsvertinum Hans Pilgaard. Teir búgva á Velbastað.

 

Framsýningin í Gallarí Havnará kallast "Springtime in my Heart". Ein partur av framsýningini eru 25 vatnlitsmálningar av summarfuglum. Hann hevur eisini gjørt nakrar málningar av fuglum í Føroyum.

 

– Framsýningin er bæði ein kærleiksváttan til náttúruna, men eisini ein áminning um, at vit skulu ansa betur eftir henni, sigur hann.

 

Fernisering verður í Gallarí Havnará í dag kokkan 15.

 

Longri samrøða við Jobbe Pilgaard kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.

 

 

 

(Mynd: Álvur Haraldsen)