Borgarhjørt Holm var einsamøll føroysk kvinna, tá 10.000 metrarnir stóðu á skránni týsdagin.
Ætlandi skuldi Rigmor N. Arge eisini taka lut í hesi kappingini, men hon hevur ein minni skaða at dragast við, og tí varð ikki ráðiligt, at hon skuldi renna bæði á hesum og á hálva marathon-teininum.
Borgarhjørt rann teinin í tíðini, 39.01,6 og rakk hetta til eitt fimta pláss. Eitt langt skifti var Borgarhjørt annars á fjórða plássinum, men nakað eftir teir fimm kilometrarnir varð hon yvirhálað av einari av Alderney.










