Fyri summarfrítíðina samtykti bygdaráðið í Nes kommunu at fara undir at gera vøggustovu á Toftum. Vøggustovan verður í kjallaranum, har Barnagarðurin í dag heldur til.
Tað var byggifelagið KBH, sum bygdi barnagarðin, ið stóð liðugur í 2011, og tað er eisini KBH, sum hevur arbeiðið við vøggustovuni um hendi.
- Arbeiðið er byrjað, og grivið er fyri felags inngongdini, sum verður omanfyri, og arbeiðið er eisini byrja í kjallaranum.
Tað veit Nes kommuna at siga á sínu heimasíðu í dag.
- Niðanfyri barnagarðin er arbeiðið við vognskúrinum komið nakað ávegis, og í vikuni er skúrurin stoyptur, sum sæst á viðheftu mynd, ið kommunan eigur.
Í Nes kommunu vita tey at siga, at vøggustovan skal standa liðug fyri summarfrítíðina næsta ár - og skal takast í nýtslu eftir summarfrítíðina.









